Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sjálvsognarstovnurin Alv, seinni Dugni, varð settur á stovn 16. apríl 1956.

Fimti árini vóru merkt av, at føroyska samfelagið var í álvarsligari kreppu. Síðst í fimti árunum byrjaði aftur at ganga framá, og hevði framgongdin við sær, at fólk byrjaðu at seta samfelagnum krøv. Fólk vóru ikki longur nøgd við einans at yvirliva, men ein vildi liva. Verkføll vóru fyri at fáa hægri løn, og vóru fólkapensjón og avlamispensjón settar í gildi.

Hetta er nakað av tí, ið merkti tíðina, tá sjálvsognarstovnurin Alv , nú Dugni varð settur á stovn. Í 1959 flutti stovnurin til Áir, har handilsskúli fyri fólk, ið bera brek byrjaði á skúlanum við Áir í 1960.

Nú 60 ára dagurin er hátíðarhildin, kunnu vit fegnast um, at tað arbeiði, ið varð sett á stovn í 1956, hevur ment seg til ein stovn, við trimum vælvirkandi deildum.

Onki at ivast í, at Karolina Petersen, sála, ið byrjaði arbeiði, var ein eldsál, og hevði hjarta fyri fólki, ið á ein ella annan hátt vóru dottin burtur ímillum í teimum skipanum, ið vóru tá. Stuttligt at vita, at tað eru fleiri, ið við at fáa eina nýggja byrjan á skúlanum við Áir, hava klára seg gott í samfelagnum.

Tíðirnar skiftast og samfelagið broytist og harvið broytast eisini krøvini vit seta bæði til samfelagið og tær skipanir, ið samfelagið hevur, og soleiðis eisini við Dugna.

Í 2009, varð avgjørt at stovnurin skuldi hava nýggjan samleika, og varð broytingin framd 24. august 2009, tá navni á stovninum varð broytt til Dugni, eisini fekk stovnurin nýtt búmerki. Við at fremja hesar broytingar, hevur stovnurin flutt  seg inn í nútíðina sum ein væl grundfestir stovnur, sum av sonnum røkkur út til tann málbólk, Dugni í dag arbeiðir við.

Í dag hevur Dugni  snotiligu hølini á Hjalla, Tingshúsið, ið liggur beint yvir av, Skúlan við Áir og deildina í Kambsdali.

Tann menning, ið er farin fram á stovninum tey síðstu 10-15 árini, hevur flutt stovnin inn í nútíðina sum ein vælvirkandi stovnur, ið hevur sum høvuðsendamál at menna, endurmenna og skapa møguleikar fyri fólk, ið tørva serligt arbeiðstilboð ella stuðul, at koma víðari í arbeiði ella útbúgving.

Stovnurin hevur vælútbúgvin fólk, ið taka sær av øllum teimum uppgávum, ein stovnur av hesum slag, skal. Starvsfólk og leiðsla verða ment áhaldandi, og er tað umráðandi fyri okkum, ið mynda stýrið á Dugna, at stovnurin áhaldandi flytur seg frameftir og ikki stendur í stað.

Tað sum eyðkendi stovnin tey fyrstu nógvu árini, er nógv broytt í dag. Fólk seta krøv, og skulu gera tað tíbetur.

Dugni er í dag ein vælkendur og viðurkendur stovnur, ið hevur virksemi í næstan øllum landinum.

Í samráð við IRF hevur Dugni innsavningarstøð á endurnýtsluplássunum hjá Klaksvíkar kommunu, Sunda kommunu, Tvøroyrar kommunu, Vestmanna kommunu, og í samráð við Tórshavnar kommunu á endurnýtslu plássinum á Brennistøðini á Hjalla.

Nú Dugni kann hátíðarhalda 60 ára dagin, vil dagurin altíð vera kensluborin fyri onkran, men er tað umráðandi at vita, at ongin ger nakað einsamallur, og um ikki tað vóru eldsálir, ið byrjaðu tílíkt virksemi, var ongin stovnur í dag. Somuleiðis er tað umráðandi fyri tey, ið á ein ella annan hátt hava havt tilknýti til stovnin tey fyrstu árini, at gleðast um, at tann stovnurin, ið byrjaði í smáum, er vaksin til ein stóran vælvirkandi stovn, ið kemur at flyta seg enn meir frameftir og fylgir við tíðini.

At stovnurin fult út røkir sína uppgávu til lítar, er prógvað ein dag sum hendan, har vitja hevur verið á øllum deildunum hjá Dugna, har framsýningar og rundvísingar hava verið.

Tá eg hugsi um tað, ið eg havi sæð og hoyrt ein dag sum hendan, kemur mær til hugs vakra sangin hjá Hans Andreas Djurhuus, “ Tey standa og vagga og tráða” har hann í ørindi fýra sigur soleiðis:

Men dáin stendur í iva,
Og hann hevur ymsan lit:
Eg havi væl loyvi at liva,
Her líka so væl sum tit.

Og av sonnum, er hetta tað, ið alt snýr seg um. Vit hava øll sama rætt at liva og mennast sum øll onnur.

Ongin hevur meira virðið enn ein annar, nei øll menniskjur hava sama virði.

Við øllum teimum dugnaligu fólkunum, ið dagliga starvast á stovninum og gera eitt stórt arbeiði hvønn einasta dag, hevur Dugni eina bjarta framtíð. Tað eru tit saman við stjóra og stýrið, ið eru tey, ið hava flutt stovnin og ment hann til tað hann er í dag, og tað kunnu tit vera stolt av.

At enda vil eg vegna stýrið á Dugna, ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku og blíðan byr framyvir.

Ása Olsen, stýrisforkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo