Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Leygardagin 14. mai fyllir bygdarmaður mín, Jón Olsen, áttati ár. Í heimbygd okkara kendi eg lítið og einki til Jón.

Hann búði undir Gerðabrekku, eg undir Hagabrekku, eisini var hann væl eldri enn eg, og var eg smádrongur, tá ið hann fór til skips sum heilt ungur. Eftir hetta var hann bara aftur í bygdini millum túrar.

19. apríl 1962 giftist Jón við Honnu Joensen í Kollafirði.Tey bygdu hús har í bygdini, saman fingu tey tíggju børn. Meint rakti sorgin, tá ið tey mistu ein son bara 32 ára gamal.

Jón keypti sær lastbil í 1965, sum hann hevði í sjey ár. Fór síðan við ”Norðborg”, tá ið teir keyptu skipið fyrst í sjeytiárunum

1. januar 1990 vóru tey sett sum fyristøðufólk á Sjómansheiminum Bethel í Nýhavnini í Keypmannahavn, har tey starvaðust í góð 22 ár, inntil 1. februar. 2012.

Eg kom fyrst at kenna Jón og Honnu veruliga eftir at tey vóru komin á Bethel. Av tí at dóttir okkara, Vivi, kom at sita í móttøkuni á Sjómansheiminum fleiri ár, komu vit ofta á vitjan har, tá ið vit vóru í Danmark.

Tað kendist sum at koma inn í eitt vanligt heim. Hóast Sjómansheimið hevði funktión sum hotel, var tað kortini Heimið og tað heimliga, sum merkti andan inni har. Hetta dugdu Hanna og Jón sera væl at skapa, eisini við at reka staðið í einum kristiligum anda, eitt nú við at hava andakt hvønn dag.

Tey vóru eisini sum foreldur fyri starvsfólkið, og góvu sær eisini altíð stundir at práta við gestirnar, sum búðu har ella sum komu á gátt. Hugsi onkuntíð um.

Høvdu vit í okkara tíð, duga at raðfest tað heimliga hægri enn okkum sjálv.

Nógv Sjómansheim, eisini her heima, hava seinastu árini snarað lykilin um; bara heilt fá eru eftir.

Onkur dani hevur sagt mær, at Sjómansheimið Bethel var í tungum sjógvi fíggjarliga, áðrenn Jón og Hanna komu haðar.

Men tey fingu vent gongdini við skili, hegni, neyvari fíggjarligar stýring og onkuntíð við lønarleysum arbeiði fyri tey sjálv.

Tí kundu tey fyri fýra árum síðan, lata Sjómansheimið frá sær aftur væl koyrandi.

Nógvir føroyingar, bæði teir, sum búgva í Danmark og teir, sum vóru í ørindum niðri, vitjaðu inn á Bethel, tey árini Hannu og Jón vóru fyristøðufólk har. Eg veit at mong sakna tey nógv eftir at tey eru farin haðani.

Men einaferð skuldi tað so verða.

Eg fari at ynskja Jón hjartaliga til lukku við degnum og vóni at hann hevur heilsuna og góð ár enn,

John S. Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo