Hvannrók: Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgari Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevur eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum ikki er millum okkum longur. Fríggjadagin vitjaði eg Býarsavnið, sum Birgir júst hevur latið upp. Tú ert fantastiskur Birgar, tað skalt tú eiga, skrivar Vagnur Michelsen millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo