Herálvur Jacobsen, sum seinastu árini hevur verið formaður í Føroya Lærarafelag, giftist seinnapartin í gjár við unnustuni Jakobinu Ellingsgaard.
Dagurin varð hildin á Hotel Vágum saman við familju.
Í dag, 19. juni, er opið hús í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági frá kl. 16.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Hetta sambært "Merkisdagar" í Sosialinum 15.6.
VP ynskir teimum hjartaliga tillukku!
Myndina eigur Annbritt Toftegaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo