Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Borgarstjórin Jógvan Skorheim segði nøkur orð, eins og Óluva Klettskarð, býráðslimur. Vit hava fingið røðuna hjá borgarstjóranum, sum vit prenta niðanfyri:

Góði Jaspur

”Tíðin rennur sum streymur í á …”. Soleiðis yrkti Fríðrik Petersen á sinni, og nú vit standa her í dag, hevur tú kanska hesa somu kensluna.

Í dag eru vit komin saman, tí vit ynskja at heiðra og takka tær fyri tína trúgvu tænastu sum kommunulækni her í Norðoyggjum, og júst hendan mánaðin eru tað 37 ár síðani, at tú av fyrstum byrjaði sum kommunulækni her í býnum.

Tað var nevniliga í juni mánað í 1979, at tú byrjaði, og eg kann ímynda mær, at tað kennist løgið, at vit nú eru komin saman at markera endan av einum so drúgvum tíðarskeiði – ja, einum lívsverki.

- - -

Tað eru summi fólk, sum gerast ímynd av tí starvi, tey røkja, bæði tí tey eru har drúgva tíð, men eisini tí tey megna sera væl sína uppgávu. Hetta ert tú, Jaspur, eitt sera gott dømi um.

Tað verður sagt, at viðhvørt er bara brúk fyri at fara til kommunulæknan – so verður ein frískur – so stórt er álitið, sum ein hevur á honum.

Her er Jaspur sanniliga einki undantak, tí um eg skal brúka eitt orð fyri at lýsa Jaspur Petersen, kommunulækna, so er eingin ivi í mínari sál, at tað orðið er: ÁLIT.

Orsøkin til hetta er ikki bara tað, at eg sjálvur sum borgari havi fult álit á Jaspuri, men eg havi eisini spurt fleiri fólk, og havi fingið talríkar frágreiðingar um, hvussu gjøgnumførdur, nærlagdur og dugnaligur lækni hesin maður er, sum nú takkar fyri seg í føstum starvi sum kommunulækni í Norðoyggjum.

Eg veit um persónar, sum høvdu gingið í iva og stúran drúgva tíð, men tá ið teir komu í kønu hendurnar hjá Jaspuri, fekk pípan annað ljóð, og rætta viðgerðin varð sett í verk.

Tí er tað ein framúr góðan lækna, sum vit í dag missa úr føstum starvi.

Góði Jaspur. Hetta harmast vit um, samstundis sum vit mugu góðkenna tíðarinnar tonn og ta avgerð, sum tú nú vegna aldur hevur tikið.

Men samstundis kunnu vit eisini fegnast um, at tú hevur sett við, tí næsta ættarliðið eftir teg hevur gingið í somu fótasporum – tað boðar frá góðum.

Men, vónandi sleppur tú ikki okkum heilt, men vitjar aftur sum avloysari J - tað hevði verið gott fyri okkum.

- - -

Sum eg nevndi í byrjanini, so er tað ikki smávegis tíðarskeið, tú hevur røkt kommunulæknastarv her í lokalsamfelagnum, og hetta eru vit tær sera takksom fyri.

Tað var, sum nevnt, í juni 1979, at tú fyrstu ferð byrjaði sum kommunulækni her, og hesi 37 árini hevur tú verið onkur skeið burturfrá. Eg havi ikki fingið tað heilt neyvt upplýst, so tú mást bera yvir við mær, um okkurt ikki er heilt 100 % beint, men sambært keldum, sum eru tær nær, so hevur tú verið 2 ár í Noregi og virkað sum lækni, í 2003 vart tú 1 ár í farloyvi, og so vart tú umleið 5 ár í kommunulæknastarvi í Havn, áðrenn tú aftur – tíbetur J – komst norðuraftur.

Draga vit hesi árini frá, so táttar tað í 30 ár íalt, sum tú hevur virkað samanlagt sum kommunulækni her hjá okkum – tað er ikki smávegis.

30 ár eru sanniliga ikki 30 dagar, og sum nevnt, hevur tú røkt hetta starvið framúr væl øll hesi ár.

Trúfastur, stillur, einki gart, men tryggur og róligur. Soleiðis kenna vit Jaspur Petersen, bæði sum persón og sum kommunulækna.

Hetta eru eginleikar og førleikar, sum allir samvirka til ein framúr góðan kommunulækna – eingin ivi um tað.

- - -

At tú hevur hildið á so leingi, kemst tíverri ikki av, at umstøðurnar altíð hava verið nøktandi – verri enn so.

Frá 1979 til 1996, tvs. í umleið 17 ár, hevði tú viðtalu á ovastu hædd í Føroya Banka – tað er tann bygningurin, sum nú eitur Húsið á Fornagørðum – men tá var eingin elevator, so allir sjúklingarnir og læknin sjálvur máttu ganga upp á ovastu hædd fyri at koma í viðtaluna.

Eg havi eisini fingið frágreitt frá starvsfólkum, sum arbeiddu hjá kommununi tá, at tá fingu tit, kommunulæknar, heldur ikki so góða útgerð og amboð frá kommununi sum í dag, og tí vóru umstøður tínar ikki so góðar hetta fyrsta, drúgva tíðarskeiðið.

Men hetta hevur tú verið við til at ment saman við kommununi, tí tá valdi tú at taka avleiðingarnar og fara til Noregs at arbeiða í 2 ár – og tað gjørdi, at kommunan tók stig til at gera eina nýggja viðtalu, sum tú flutti inní, tá ið tú komst aftur.

Hendan viðtalan var í gamla Norðoya Banka, og har vóru umstøðurnar sera góðar.

Tað var eisini tá, at kommunan byrjaði at arbeiða av álvara við tankanum um at gera eina felags læknamiðstøð fyri allar kommunulæknarnar. Í hesum arbeiði hevði tú – saman við Magnusi – ein sentralan leiklut.

Triðja arbeiðsstaðið hjá tær í Klaksvík gjørdist sostatt Kommunulæknamiðstøðin við Sandin, har tit eru saman – ein loysn, ið vit sum kommuna kunnu vera glað fyri, tí har hava vit fingið fleiri góðar afturmeldingar frá tykkum.

- - -

Mær er fortalt, at tá ið ein annar, kendur kommunulækni her í økinum fyri nøkrum árum síðan fór frá, tá segði hann við ein av sínum patientum, at tað var nú ergiligt at fara frá nú, tí nú kendi hann genini hjá langabbanum, ommuni, hjá foreldrunum og hjá viðkomandi patienti. Soleiðis er tað helst eisini hjá tær nú – tú manst vita nógv um tey genini, sum ganga runt her í Norðoyggjum J - men soleiðis er lívið – alt fær ein enda.

- - -

Góði Jaspur.

Eg ynski við hesum fáu orðum – vegna Klaksvíkar býráð – at bera tær eina hjartans tøkk fyri títt sera væl úr hondum greidda og álitisfulla starv sum kommunulækni her í lokalsamfelagnum í øll hesi mongu ár.

Nú tú gevst í hesum starvi, ynski eg tær og øllum tínum alt tað besta í komandi árum.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo