Móttøka var seinnapartin í Hoyvíkar skúla, nú skúlastjórin seinastu nærum 13 árini, Birgit Arge, er farin frá vegna aldur.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu.
- Eg haldi, eg kann siga, at tú ert ein ektað havnarkona. Bæði foreldur tíni vóru havnarfólk, og tú vaks upp í eini sannari perlu við Tinghúsvegin, har tú framvegis býr.
Tú tókst læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1978. Síðani 1982 hevur tú arbeitt í Hoyvíkar skúla, fyrst sum lærari, síðani frá 1997 sum varaskúlastjóri, og sum skúlastjóri frá 2003 til nú, tú hevur valt at fara frá.
Hóast tú kundi verið skúlastjóri í nøkur ár aftrat, so er hetta løtan, tú hevur valt at gevast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo