Eftir myrka heimsbardagan og fólkaatkvøðuna 1946 kom heimastýrislógin í 1948. Her varð sjøtul settur á eina nýggja tíð, har føroyingar fingu lóggávu á ymiskum økjum undir hond, og leggjast skuldu lunnar undir føroyska fyrisiting. Í hesum døgum komu nakrir føroyingar aftur úr Danmark eftir loknað útbúgving. Eitt nú varð Johan Djurhuus, settur skrivstovustjóri í landsstýrinum og Mikkjal Helmsdal, var um somu tíð settur landsverkfrøðingur 1. apríl 1948.
Í samband við, at Mikkjal Helmsdal, hesin dugnaligi, myndugi og nærlagni álitispersónurin hevði fylt 100 ár 8. juli, fari eg at nema við onkra hending og okkurt mál av mongum , vit høvdu í samstarvi, tá eg sat sum borgarstjóri í Klaksvík. Vit vóru vanliga samdir, hóast tað heilt nátúrliga – men sjáldan - kom til skarpskeringar, tá vit sóu okkurt ymist.
Fyrst er at siga, áðrenn eg kom upp í politikk, høvdu vit nakað av samvinnu í samband við mína sølufyritøku.
Tosaði, tá hann hevð nakað at siga
Áðrenn eg sum ungur sølumaður skuldi hava fyrsta fundin við Mikkjal, tók eg eitt prát við Dáva Jacobsen, byggimeistara, sum bæði hevði arbeitt hjá og saman við honum, og hevði stóra virðing fyri honum, fyri at spyrja meg fyri, hvussu “eg skuldi bera meg at”, tí eg hevði stóra respekt fyri Mikkjali.
Dávur, sum tann gløggi eygleiðarin segði soleiðis: “Legg tíni mál fyri. Tá tú ert liðugur, sigur hann fyrst onki, tá skalt tú ikki tosa víðari, og um tøgnin gerst heldur long, sig so onki”! Eg fylgdi hesum góðu ráðum, sum góvu mær nógv seinni í lívinum. Eg kom at kenna hann nakað og fyri at endurgeva nøkur orð úr einum longum brævi, sum eg fekk dagfest august 1991, sigur Mikkjal: “...bestu tøkk fyri gott samstarv og annað ta tíð, vit hava kenst...”
Eftir at Mikkjal hevði lokið realprógv í Tórshavn 1932, fór hann á Sorø Akademi. Liðugur í 1935 byrjaði hann sama heyst á Poylteknisk læreanstalt og fekk prógv sum sevilverkfrøðingur í januar 1940.
Ilt var at fáa arbeiði, og fór tí í arbeiði í brúnkolinum í Trolhede í Vesturjútlandi. Eftir hetta kom hann í starv sum verkfrøðingur í Holte-Søllerød kommunu, har hann var til tey fluttu heim á sumri 1946 og starvaðist hjá Tórshavnar kommunu, til hann tók við starvinum sum landsverkfrøðingur 1. apríl 1948.
Ólavsøkuaftan 1943 giftist Mikkjal við Oliviu Thomasen úr Miðvági Tey fingu børnini: Kára, Tordis, Inga Finn, Árna og Jón.
Sterkur og framsøkin
Nú Landsverksfrøðingsstovnurin skuldi koma væl frá byrjan og byggjast upp, var at seta á við eini langtíðarætlan fyri vegakervið og havnir skuldu útbyggjast, tí ynski var um veg til hvørja bygd. Í 1954-55 var kósin sett.
Hetta var umráðandi tá her á landi – eins og tað er í dag - at her skuldi ein sterkur og framsøkin persónur til, sum dugdi at samstarva við og fara við umhugsan við politiska valdinum, tí onki løgið var í, at politikarin vildi ikki altíð tað sama, sum teknikarin. Politikarin sat við avgerðum, tað legði Mikkjal sær í geyma, so har var væl úr hondum greitt, væl kom burturúr, og “loyst var úr lagdi”. – Vit eiga ídag eitt sera væl útbygt land – “tað sum væl verður byrjað, endar vanliga við góðum úrsliti”. – Soleiðis hevur verið hjá Mikkjali Helmsdal og fólki hansara, sum søgan hevur víst, var hann rætti persónurin til hetta starvið.
Fyri at vísa á eitt av dømunum um sjónarringin hjá Mikkjali, fari eg í fyrru syftu at taka dømið um Haraldsundsbyrgingina.
Sá mangar leikir fram
Ein Norðoyastevnusunnumorgun ringdi telefonin, tað var Mikkjal: “Eg ætli mær at koma norður at hyggja at Haraldssundi, kunnu vit ikki fara norður har ein túr”. Seinnapartin sótu vit so eina vakra løtu og hugdu at sundinum og hann hugleiddi um, hvussu byrgingin kundi síggja út. “Hvat sigur tú til, at vit gera eina byrging við eini atløgusíðu norðanfyri.” Vit vóru báðir klárir yvir, at vit fingu trupulleikar av at tippa sundið, heldur enn at gera brúgv og siglignarrennu, men eg var púra samdir við honum, at ein brúgv kom ongantíð og tað vóru Asbjørn Lómaklett og Jógvan Isaksen, sum tá sótu í býráðnum eisini púra samdir um, tá málið var tikið upp til umrøðu og varð lagt fyri býráðið við nærri kanningum.
Tíverri møtti hesin leistur størri mótstøðu, enn vantað, har komu bæði leik og lærd “upp í dansin”. Meiri “útdýping“ av málinum hoyrir ikki heima í hesi grein. – Eftir drúgvt stríð, var ein neyðsemja seinni gjørd, eftir hørðum trýsti frá lands- og fleiri kommunupolitikarum í Klaksvík, sum hevði við sær “misháttað” úrslitið vit hava sæð og livað við seinnu mongu árini. Nú menningin har á leið tók dyk á seg, hevði fyrsta ætlanin við byrgingini komið sera væl við. – Mikkjal sá mangan longri enn aðrir.
Fari við hesi avmarkaðu grein at nema við ein annan tátt, har eg haldi, at Mikkjal Helmsdal var visionerur. Tá útbyggingin av Vestara Havnaøki var sett í verk umleið 1980 var talan um, bara at gera helmingin av útbyggingini fyri fyrst og heldur byrja at byggja út norðuri í Ánunum. Tað gekk Mikkjal sertakliga inn fyri, tí so fingu vit meiri burturúr fyri framtíðina og so var útbyggingin í Ánunum byrjað. Landskassin lat tá stuðul til havnabyggingar, sum Landsverksfrøðingsstovnurin umsat.
Hesum fekst tíverri ikki meiriluti fyri í býráðnum. – Hevði so verið, so høvdu vit eina størri útbygging í Norðhavnini, sum er eitt av bestu havnaøkjum í Føroyum ídag.
Eisini í altjóða nevndum
Havi tikið hesi bæði dømini av tveimum orsøkum. Eitt er, at at hann hevði hugsjónir og í øðrum lagi, tá hann ikki fekk sítt ígjøgnum, at hann kortini hevði lært seg at liva við tí.
Bara fyri at nevna hetta. Minnist í 1971, tá eg var nýkomin í kommunustýrið, sum tað tá æt og Páll á Dul var borgarstjóri, høvdu vit eitt mál hjá Landsverkfrøðinginum. Páll og Mikkjal gingu í realskúla í senn og komu sum dreingir nakað saman. Tá vit fóru gangandi omaneftir Tinghúsvegnum aftur eftir fundin segði Páll: “Mikkjal var altíð so óalmindiliga skikkiligur smádrongur og var so væl begávaður”!
Tað sum m.a. eisini kann sigast um Mikkjal Helmsdal sum landsversfrøðingur er, at hann í londunum uttanum okkum hevði stóra respekt, hann sat í ymiskum altjóða nevndum og onkuntíð sum formaður.
Fyrst í 1980unum legði hann til rættis eina vitjan í Vejdirektorat í Danmark. Við á ferðini vóru Páll Vang, landsstýrismaður, Poul Michelsen, borgarstjóri í Havnini og eg sum borgarstjóri í Klaksvík og Mikkjal sjálvur. Túrurin varð lagdur til rættis fyri okkum saman við konum.
Hetta var ein sera væl tilrættaløgd ferð við einari tætt pakkaðari skrá. Vit vitjaðu ymiskar kommunur, Vejdirektoratið, har vit vóru til fyrilestrar fingu frágreiðingar, hvussu nýmótans tilrættaleggingar vórðu framdar, hvussu stingast kundi út í kortið o.s.fr. Eisini sóu vit Farøbrúnna, sum tá stóð í gerð. Ferðin vardi í eina lítla viku, har Per Milner, stjóri á Vejdirektoratet var vegleiðari alla ferðina. Hetta gjørdist ein sera læruríkur túrur.
Hugnaligur sum persónur
Her lærdu vit eisini Mikkjal Helmsdal uppaftur betri at kenna og ikki minst, hvussu væl hann , sum vit vitstu ikki var maður av mongum orðum, og Olivia, kona hansara, sum í mangar mátar á ferðini “førdi” orðið í hugnaløtum, meðan vit øll vóru saman, hvussu væl hesi bæði suppleraðu hvørt annað. Vit upplivdu eitt so sera sjarmerandi par. Her varð hurðin gloppað til lívið hjá Mikkjali og hansara hugnaliga lívshátti.
Hendan avmarkaða greinin er bara ein takksemisgrein í samband við, at eg fekk eitt áhugavert samstarv við hendan kapasitetin í Føroya søgu, sum í 40 ár varð Landsverkfrøðingur og hann saman við nógvum góðum starvsfólkum uppbygdi ein í mangar mátar professionellan stovn og sum kom at leggja lunnar undir og útbyggja okkara í dag so sera framkomna samferslukervi.
Virdur av politiska umhvørvinum
Her kundi verið bæði skrivað um tunnlar (undir og yvir), vegagerðir innan- og uttanbíggja, nýskapan av bátaplássum og ymiskligum havnagerðum, men eg havi valt at taka eitt evarksa lítið brot av stórum bita.
Tað er ongin ivi í, at mangir bygda- og býráðspolitikarar og landspolitikarar minnast hendan mannin – nú hann hevði farið um tey 100 árini – við takksemi og allarstørstu virðing.
Eg minnist við virðing hendan merkismann og eri fegin um, at eg kom at kenna hann – so pereferiskt sum eg hóast alt nú kundi nærkast honum – og slapp at hava samstarv við hann.
Klaksvík um syftunsøkutíð 2016
Jógvan við Keldu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo