Starvsmannafelagið: Tað gamla yrkisfelagið, sum starvsfólk og tænastumenn landsins høvdu havt saman í eini 12 ár undir heitinum Starvsmannafelagið, skrædnaði í februar 1961, og starvsfólkini skipaðu eitt nýtt felag við sama navni.
Tað er tað nýggja Starvsmannafelagið, sum nú hevur 55 ára stovningardag.
Tænastumenn fingu egið felag, og Starvsmannafelagið, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað hin 23. februar í 1961.
Menningin í føroyska samfelagnum og í almennu umsitingini hevur verið stór hesi árini felagið hevur virkað. Tí eru alsamt fleiri bólkar komnir upp í felagið, so hvørt tørvur hevur verið á tí.
Onnur felag eru eisini løgst aftrurat. Í 2000 kom Tórshavnar kommunala starvs- og tænastumannafelag upp í Starvsmannafelagið og í 2007 kom Postfelagið upp í.
Seinasta samanleggingin var við Súluna, fakfelagið hjá flogternunum á Atlantic Airways, sum løgdu saman við Starvsmannafelagið fyrr í ár.
Umframt at hava sáttmálar fyri starvsfólk hjá landi og kommununum hevur Starvsmannafelagið eisini sáttmálar við tey bæði almennu partafeløgini Posta og Føroya Tele.
Við umleið 2000 limum er Starvsmannafelagið í dag eitt hitt størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum her á landi og kann við sínum breiða limaskara sammetast við eitt yrkismeginfelag aðrasteðs.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo