Veðrið er av tí besta, og av tí plássið er so avmarkað á Miðnámi, har fagnaðartiltakið fyri Martini Joensen verður í kvøld, hava fyrireikararnir valt at seta upp stórskýggja uttanfyri.
Tað er ókeypis at vera við í tiltakinum uttanfyri.
Tiltakið er í samband við, at Martin Joensen verður 70 ár í morgin. Martin er vestmenningur, og er kendur fyri sína list, bæði innan tónleik, yrkingar og sum málari. Eisini er bók útkomin í samband við føðingardagin.
Tiltakið byrjar klokkan 20 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo