Svimjihylurin í Svínoy, sum var bygdur í 1933 eru blivin 90 ár.
Tað var Hjálmar Hátún, lærari, sum saman við skúlabørnunum og bygdafólki bygdi hylin. Tann 19. August høvdu vit skipað fyri einum 90 ára føðingardagshaldi á Gamlagarði. Økið rundan um svimjihylin bleiv pyntað við fløggum. Hetta er nokk tann fyrsti føðingardagur, sum nakrantíð er hildin fyri svimjihylinum í Svínoy!
Hesi 90 árini hevur svimjihylurin verið eitt vælsignilsi fyri Svínoynna. Flestu Svínoyingar hava lært at svimja í hylinum. Um summarið, tá sólin bakaði, vóru børn altíð at síggja við hylin. Um veðrið var til vildar svumu børn og vaksin í hylinum frá tí hann var fyltur um várið og til hann aftur varð tømdur móti heysti. Hylurin hevur verið brúktur næstan hvørt summar.
Í 70unum var hylurin farin at leka, men hann bleiv umvældir av tveimum skúladreingjum. Teir stoyptu fyri har lekin var. Annar drongurin var Jógvan Edmund á Geilini og hann sigur, at um onki varð gjørd, so hevði hylurin kanska ikki verið til í dag. Tann umvælingin hevur hildið í 50 ár, men aðrar og størri ábøtir krevjast í dag, tí svimjihylurin eru í ringum standi.
Vit eru nú í 2023. Svínoyar kommuna er ikki til longur, men hevur lagt saman við Klaksvíkar kommunu, næststørstu kommunu í Føroyum. Við kommunusamanleggingini gjørdist hylurin ogn hjá Klaksvíkar kommunu. Mann hugsaði í 2020, tá eg byrjaði at skriva til kommununa, at tað fór at ganga skjótt við umvælingini.
Tá tveir skúladreingir í 70unum kláraðu at umvæla hylin, so fór kommunan ikki at hava nakran trupulleika. Men so varð ikki. Kommunan hevur ikki havt fíggjarliga orku til at gera nakað við hylin hesi trý árini. Í 2021 varð byrjað at arbeiða uppá vegin niðan í svimjihylin, men hann er tíverri ikki vorðin betri at koyra á. Skeivt tilfar var koyrt á vegin, so í dag hava vit ein svimjihyl, sum er í vánarligum standi og ein veg sum ikki kann brúkast.
Fyri at fáa umvælingararbeiðið gjørt, hava vit í áhugafelagnum fyri svimjihylin átikið okkum umvælingararbeiði. Hetta hava vit fingið loyvi til frá kommununi, sum hevur lovað at gera vegin lidnan. Kommunan eigur kanska tilfar á goymslu, sum kann brúkast til vegin. Vit hava álit á kommununi, hóast tað var ein stórur smeitur, at játtanin til hylin fall burtur á nýggjárinum.
So góðu svínoyingar og føroyingar annars. Svimjihylurin í Svínoy verður umvældur. Síðani áhugafelagið átók sær at skipa fyri umvælingararbeiðnum, hava vit fingið 75000,00 krónur í útoyggjastuðli og fingið mann at standa fyri arbeiðnum. Arbeiði verður gjørt í stigum og væntandi verður farið í gongd í ár.
Áhugin fyri svimjihylinum í Svínoy er bara vaksin seinastu árini. Sjálvt um onki vatn hevur verið í hylinum, hava fólk vitja hylin bara fyri at síggja hann. Tað fer nokk at vísa seg, at tá hylurin verður umvældur, fer hann at verða brúktur enn meira enn fyrr. Eisini fer svimjihylurin at verða eitt stórt pluss fyri vitjandi í Svínoy, serliga føroyingar. So góðu tit, nú sær tað út til at okkurt fer at henda. Sóra takk til tykkum øll, sum hava stuðlað okkum.
Petur Asano
Formaður í áhugafelagnum fyri svimjihylin í Svínoy
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo