Rithøvundin Jørn Riel er deyður í heimi sínum í Kuala Lumpur í Malaysia.
Hann gjørdist 92 ára gamal, skrivar DR.
Jørn Riel hevur latið eitt rúgvumikið ritverk úr hondum, og eru bøkur hansara týddar til 19 mál. Í 1995 fekk hann De Gyldne Laurbær fyri verkið 'Cirkulæret og andre skrøner'.
Jørn Riel búði nógv í øðrum londum, millum annað í Grønlandi og nú hann doyði í Malaysia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo