Mjørkaskýggj hómast eystanifrá;
smoyggja seg spakuliga yvir landið,
hóast krútroyk eru tey enn mjá,
tí tey leita upp friðarbandið,
sum torført er at finna,
tí dubbing er fremst í huga;
hjá teim, ið ráða og veita linna,
men heldur kríggjast muga.
Tey skilja ikki fígginda og vin,
men smúgva seg um báðar;
knappliga hoyrist eitt hvin,
skýggið í havsbrúnni logar.
Tá tey framvið eru farin;
himmalin er klárur uttan skýggj,
tá eru helst fleiri eftirsnarin,
og ynskja frið heldur enn kríggj.
Henrik Weihe Joensen
24. august 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo