Sagt verður, at ongantíð hava so nógv fólk verið á Sjómannadegnum í Klaksvík sum í ár.
Veðrið var av tí allar besta í Klaksvík, hitamátarin vísti eini 20 stig áðrenn veðrið skifti og tað fór at regna.
Einar 7-8.000 portiónir av Fish&Chips vórðu gjørdar av ensku kokkunum, sum vóru komnir hendavegin til høvið, men eisini øðrum starvsfólki hjá JFK samtakinum og Hanus Hansen, sum sæst sjálvur annar á myndini omanfyri.
Klokkan var farin reiðiliga av midnátt, tá tey seinastu høvdu fingið at eta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo