FMX: So seint sum í apríl kundu Aggrasoppar rópa seg vinnarar av Sementi, eitt, sum millum annað beindi teir til SPOT-finaluna bara nakrar dagar seinni. Eina viku eftir stóðu teir tvær ferðir á pallinum á The Great Escape í Brighton í Onglandi, har teir vórðu stórliga fagnaðir.
Nú kunnu vit boða frá, at Aggrasoppar hava fingið pláss á sjálvum Reeperbahn Festival í Hamborg, og at teir hava skrivað undir eina altóða bíleggingaravtalu við tað viðurkenda franska felagið Voulez Vous Danser.
Reeperbahn Festival er ein av teimum størstu og týdningarmestu showcasefestivalunum í Europa, og ikki minst: tann greitt størsti og týdningarmesti hjá einum av heimsins størstu tónleikamarknaðum, Týsklandi. Festivalurin savnar tónlistafólk og tónleikavinnu úr øllum heiminum og fer fram á tí legendarisku høvuðsgøtuni kring Reeperbahn í Hamburg í fýra dagar í septembur. Aggrasoppar eru fyribils settir til at spæla leygarkvøld.
Umframt konsertirnar eru fleiri panelorðaskifti og fundarvirksemi, og festivalurin er kendur fyri at fáa tey nýggju talentini fram, sum heimurin skjótt fer at síggja og hoyra meiri frá. Í 2022 spældu Brimheim og Joe & The Shitboys á Reeperbahn Festivalo. Reeperbahn er í ár millum 20. og 23. septembur.
Samstundis er tað ein stór gleði at boða frá, at Aggrasoppar hava skrivað undir avtalu við Voulez Vous Danser, tað hámetta bíleggingarfelagið í Frankaríki. Avtalan er galdandi fyri alt Europa. Samstarvið fer vónandi at senda Aggrasoppar út á fleiri konsertir og festivalar í Europa tey næstu árini.
Trygvi Danielsen sigur hetta í eini viðmerking:
«Vit soppar eru øgiliga spentir um framtíðina, nú stórar konsertir eru fyri framman á festivalunum Reeperbahn í Hamborg og á øðrum spennandi festivalum, sum ikki eru kunngjørdir enn. Tað er sovorðið, ein altíð hevur droymt um. Haraftrat hava vit (tá ið hetta kemur út, red.) skrivað undir við bókingarfelagið Voulez Vous Danser, sum m.a. hoyrdi okkum spæla á G! festivalinum og hevur boðið sær til at umboða okkum. Hetta er eitt fantastiska spennandi samstarv, ið letur nógvar hurðar upp, sum vit gleða okkum at trína um. Framtíðin kennist ljós!»
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo