Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

FMX: Marius Ziska hevur sum kunnugt miklan viðgang heima í Føroyum, og hann hevur eisini havt fleiri konsertir í Danmark og Týsklandi. Nú lítur Marius fram móti Norra og kunnger fimm konsertir, sum eisini fevna um sjálva by:Larm i Oslo.

Konsertirnar eru:
Týsdagin 12. septembur – Bergen, Lille Ole Bull
Mikidagin 13. septembur – Kristiansand, Vaktbua
Hósdagin 14. septembur – Stavanger, Folken
Fríggjadagin 15. septembur – by:Larm, Oslo
Leygardagin 16. septembur – by:Larm, Oslo

by:Larm-festivalurin er altíð í Oslo, og er sambært festivalinum sjálvum bæði tann størsti og týdningarmesti showcasefestivalurin í Skandinavia. Her upplivdu publikum og tónleikavinnan Brimheim og Joe & The Shitboys í 2022, ið var fyrstu ferð, at Føroyar høvdu tónleikarar á skránni í einum og sama ári.

Marius Ziska gleðir seg almikið til at royna nýggjar leiðir:

“Vit eru sera spentir upp á at sleppa til Noregs at spæla í septembur. Vit hava í fleiri ár verið á konsertferðum í Danmark, Týsklandi og aðrastaðni, men av einari ella aðrari grund hava vit ongantíð verið í Noregi og spælt enn. Ikki fyrr enn nú! Tað er eisini feitt at vita, at norðmenn hava varnast okkara tónleik, hóast vit ikki hava verið har og spælt. Nú sleppa vit so at spæla fyri teimum live, og tað gleða vit okkum ómetaliga nógv til!”

Konsertirnar eru fingnar í lag í samstarvi við norska bíleggingarfelagið Polar Artist, sum við fleiri høvi hevur verið vertur sum umboð her í Føroyum.

Eirik Søreide, sum er stjóri og eigur Polar Artist, sigur í viðmerking:

«Tað er gleðiligt at kunna vera við at presentera Marius Ziska á by:Larm og í Norra! Marius er ein musikari, sum vit hava fylgt við leingi, og sum vit ikki ivast í fer at hava viðburð eisini í Norra. By:Larm er ein sera spennandi pallur fyri framtíðar átøk í Norra, og hinar konsertirnar verða vónandi á tí støði, sum vit ynskja okkum.»

Marius hevur eisini fyri kortum kunngjørt nýggjar konsertir í Danmark. Tær eru:

20. septembur – Bredsten, Engelsholm
23. septembur – Køge, Tapperiet
28. septembur – Aalborg, Studenterhuset
29. septembur – Svendborg, Harders

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo