Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august. Tiltakið verður á Miðnámi í Vestmanna.
Á skránni eru tónleikur, røður og bókaframløga, tí bók kemur eisini út um Martin og hansara virksemi í samband við føðingardagin.
Fleiri tónleikarar fara at tulka tónleikin hjá Martini, teirra millum Eivør og sangkórið í bygdini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo