Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir: Í hesi vikuni byrjar skúlaárið aftur eftir summarfrítíðina.

Á Glasi var fyrsti skúladagur í dag, mikudagin 16. august, har væl omanfyri 500 næmingar høvdu teirra fyrsta skúladag.

360 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einum av fimm breytunum, ið Glasir hevur. Breytirnar eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.

170 næmingar byrjaðu á yrkisbreytunum, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt og klædnaatstøði.

6 næmingar byrja eisini á serbreytini hetta skúlaárið.

Talið av næmingum á Glasi er nakað tað sama sum undanfarin ár. Umleið 1500 næmingar eru knýttir at Glasi hetta skúlaárið. Í mun til fólkatalið í Føroyum so ganga gott og væl tveir triðingar av samlaða føroyska ungdóminum í miðnámsaldri á Glasi.

Breytirnar á Glasi eru tær somu í ár sum í fjør. Skapandi fyrireikingarbreytin, ið varð sett á stovn í fjør, heldur fram. Nýggir næmingar byrjaðu á breytini mikudagin.

Eitt nýtt átak er, at Glasir hevur í samstarvi við ÍSF sett sjóneykuna á rørslu. Skúlin bjóðar í samstarvi við ÍSF næmingunum eitt rørsluskeið í ítróttargreinunum soft-tennis, bogaskjóting, kurvabólt og inniróður, har næmingarnir fáa innlit í og roynt hesar ítróttargreinarnar í einum góðum felagsskapi, samstundis sum at pulsurin kemur upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo