Húsarhaldsskúli Føroya: Týsdagin byrjaðu 21 næmingar úr øllum Føroyum á Húsarhaldsskúla Føroya.
Fyrstu vikuna hava vit brúkt til at læra hvønn annan betur at kenna.
Næmingarnir hava grillað út í Grøv, verið gongutúr niðan á Klakk, busstúr í Klaksvík oa.
Mikudagin gongur leiðin til Svínoy har gist verður í Gamlagarði.
Ein spennandi og mennandi tíð fyri framman har næmingarnir sleppa gjøgnum eitt skeið á 7 mánaðir at royna sínar veingir – bæði gastronomiskt, kreativt og ikki minst sosialt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo