Tjóðpallurin: Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august noyðist Tjópallurin tíverri at útseta restina av sýningunum. Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin og fær tí fyribils ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin sum Pierre Anthon.
Sostatt vera ikki fleiri sýningar av ONKI fyrr enn í novembur. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar og atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum.
Meðan vit bíða eftir fleiri sýningum av ONKI verður í næstum farið undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í septembur.
Vit ynskja Eliasi góðan bata og gleða okkum at síggja ONKI á palli aftur í novembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo