Í morgin, mánadagin, uppí frískan vind av vestri sum ímóti kvøldi fer niður í útsynning, tá kann okkurt æli væntast. Annars samdrigið fyri tað mesta og hitin um 11 stig.
Týsdagin sól og lítil vindur, bara eitt gul av norði, hitin ímillum 9 og 12 stig.
Mikudagin sama ætt og vindferð men meira samdrigið, serliga seinnapartin.
Hósdagin gul av eystri og landnyrðingi, sól ein stóran part av degnum og hitin um 12 stig.
Fríggjadagin sama veður men hann lækkar spakuliga niður í fyrst landsynning síðani sunnan.
Næsta vikuskifti verður hann lágur í ættini, bert lítið lot, sunnudagin kanska meira eystan og eitt sindur frískari vindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo