Klokkan 17 í dag verður bókaframløgan við hetlendinginum John Goodlad og Jóan Paula Joensen fólkalívsfrøðingi í Müllers pakkhúsi í Havn.
Goodlad, sum hevur skrivað bókina The Salt Roads, er á ferð í Føroyum og leggur fram sína seinastu bók um hetlendska fiskivinnusøgu. Eins og í hansara fyrstu bók, The Cod Hunters, fáa Føroyar nógva umrøðu í nýggju útgávuni.
Framløgan er skipað sum ein løtt samrøða, har Goodlad og Jóan Pauli Joensen tosa um bókina við serligum denti á søguliga sambandi millum Føroyar og Hetland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo