Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag rundar Óli Jacobsen - Óli í Fiskimannafelaganum - tey 80 árini. Óli varð føddur í Danmark í 1943, meðan 2. heimsbardagi leikaði í av tí harðasta. Hann var 7 ára gamal, tá foreldrini  Lisa og Vilhelm við familju fluttu heim aftur til Føroyar at búgva. Tey búsettust  í Norðagøtu, tí Vilhelm skuldi yvirtaka festið, sum var í familjuni, og sum lá í Gøtulíð.

Óli vaks tí upp í Norðagøtu og var bert 14 ára gamal, tá hann fór til skips, og baldist hann á sjónum tá í nøkur ár.
Longu sum ungur byrjaði hann at gera vart við seg í fakfelags-høpi, og seinni bleiv hann ímyndin av  Føroya Fiskimannafelag og felags formaður í mong ár.

Óli hevur altíð verið heilur í tí, sum hann hevur tykist við, og tað eyðmerkti hann sum felags formann. Har hingu eingir lepar við, altíð til reiðar at verja áhugamálini hjá fiskimanninum her heima á landi, ja, ein sannur talsmaður, og  ótroyttiligur at forsvara teirra rættindi. Og ikki minni uttanlanda, tá neyðugt varð at verja okkara fiskirættindi, og at fáa kvotur.

Fáur fakfelagsmaður í landi okkara man hava nýtt so nógva orku og tíð til at virka fyri sítt felag sum Óli.

Hansara vitan og gløggskygni var væl kent og virt í okkara grannalondum og tikið í størsta álvara.

Óli var saman við øðrum við til at geva Fiskimannablaðið út í mong ár, og var tað eitt rættiligt íkast til tíðindaumhvørvið við sínum serstøku tíðindum við heima- og uttanlandatíðindum. Ein stórur saknur tá blaðið helt uppat.

Tað er ikki høvi her at nevna allar tær nevndir, sum hann var í her heima og  eisini uttanlanda, har hann altíð vardi áhugamálini hjá fiskimanninum.

Eg kom í mong ár í 1980 og 90unum sum formaður í Føroya reiðarafelag at vera mótpartur hjá Óla, tá samráðingar vóru. Hann hevði eini heilt serlig evni altíð at fáa klípt nakað av frá reiðarunum, so ella so - fór ongantíð tómhentur frá borðinum.

Óli var ikki bardagamaður, hann hevði skilt munin á at verða stríðsmaður, sum bygdi upp, ístaðin fyri bardagamannin, sum breyt niður. Hann hevði uttan iva lært orðini hjá Salomom kongi: Byrja ongantíð stríð, tí tú veitst ikki, hvar tú endar. Hann var ein av teimum, sum dugdi at síggja endan uttan at bróta niður

Tað  gav at býta í fyrru helvt av 90’unum, tá hann  við sínum gløggskygdi - tó ikki uttan ábreiðslur - var við til at lækka hýruprosentið hjá manningunum á nótarbátum, sum tá lógu í andaleypi,  næstan niður  á minimum  mark, fyri at bjarga nótaflotanum, sum tá var við at gleppa føroyingum av hondum.

Í dag síggjast úrslitini í samfelagnum, av hesum, hansara djarva leiki.

Óli, hendan tíðin er nú aftan bak, og  tað er óendaligt, sum kundi verið skrivað um teg.

Stríðsárini  hjá tær eru farin í gloymskunnar hav hjá mongum, men onkur minnist!

Nú seinastu árini hevur tú ríkað okkara tjóð við sigsøguligum tilfari, og hetta er ikki smávegis, tú hevur lagt eftir teg!

Óli, eg vænti, at  tú kennir hendan setningin úr Hásonginum  “Hvør er hon sum kemur higar úr oyðimørkini styðjandi  seg at vini sínum” – eg broyti tað til hann. Tú gekk runt sum ein  gamal drongur  eina oyðimarkargongd, til tú fann Kirstin í fiskivinnu umhvørvinum úti í Tinganesi. Hon bleiv tín  kona og hollur stuðul, og væl hevur hildnast, og góður stuðul hevur hon verið.

So góðu tit Óli og Kirstin,  tit sum bæði  hava føðingardag í dag, og Óli nú rundar kempu ár.  Vit vilja við hesum reglum ynskja tykkum tillukku og blíðan byrð víðari  yvir lívshavið. 

Jórun og Osmund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo