Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tvøroyrar kommuna: Í gjár var ein heilt serligur dagur í Tvøroyrar kommunu, ja, í Suðuroynni sum heild, tí fyrsti forskúlin í oynni læt dyrnar upp fyri spentum næmingum og foreldrum.

Hin 29. september 2022, eftir tilmæli frá Mentanarnevndini í Tvøroyrar kommunu, samtykti Tvøroyrar býráð einmælt, á býráðsfundi, at seta á stovn forskúla.

Meiri kann lesast um fyrireikandi arbeiðið og grundarlagið undir forskúlanum: trýst her

Forskúlin heldur til í hølum í Trongisvágs skúla, har yngru flokkarnir í fólkaskúlanum eisini halda til.

HUGNALIG LØTA SAMAN VIÐ BØRNUM OG FORELDRUM
Næmingarnir vórðu væl móttiknir, tá teir komu inn í stovuna. Tær tríggjar, ið koma til at hava sína dagligu gongd í forskúlanum, Jouanita Schrøter Holm, Karin Kristina Eysturberg og Sheila Tjaldrastein Strøm, saman við skúlastjóranum í Tvøroyrar skúla, Jón Johannesen, tóku ímóti børnum og foreldrum og vístu teimum til plássini, ið tey koma til at hava, nú forskúlin veruliga fer at byrja.

Jón Johannesen bjóðaði stutt vælkomin og síðan tóku Jouanita, Karin Kristina og Sheila yvir og greiddu teimum møttu frá, hvussu gerandisdagurin í Glugganum fór at síggja út.

Fleiri av børnunum smæddust ikki burtur og tóku lut í prátinum og lótu starvsfólkini vita, at nøkur av tingunum tær fortaldu, vistu tey longu av.

FRÍTÍÐARSKÚLI EFTIR  FORSKÚLAN
Børnini sluppu eina løtu at royna seg við at tekna og høvdu eisini fingið okkurt leskiligt sett á borðið. Eftir kunningarløtuna varð farið niður undir í hølið, har næmingarnir koma at halda til, eftir at tímarnir í sjálvum forskúlanum eru lidnir.

Her eta teir matpakka og taka sær annars av løttum við spæli, hugna og túrum. Hølið er tað sama, ið fyrr húsaði útibarnagarðinum. Eyðvør Jacobsen, námsfrøðingur, tók ímóti og fortaldi um mannagongdirnar har. Hølið verður lýst sum frítíðarskúlin hjá forskúlanum, tí Tvøroyrar kommuna hevur framman undan frítíðarskúlatilboð til tey, ið annars ikki eru partur av forskúlanum – hesi høli liggja hvør fyri seg.

SPENT STARVSFÓLK
Sum áður nevnt, so eru trý starvsfólk knýtt at Glugganum. Karin Kristina Eysturberg, námsfrøðingur, Jouanita Schrøter Holm, lærari og Shaila Tjaldrastein Strøm, hjálparfólk.

Allar eru tær á einum máli um, at tær eru sera spentar og gleða seg til at koma í gongd við forskúlanum.

Jouanita býr til dagliga í Hvalba og tá hon sá starvslýsingina til lærara í forskúlanum, fekk hon beinanvegin áhuga í at søkja. Hon hevur áður arbeitt sum lærari í forskúlanum á Argjahamri í Tórshavnar kommunu, har hon var við tá skúlin byrjaði. Hon heldur tað vera sera spennandi at vera við til at byggja nakað nýtt upp.

Karin Kristina, er, eins og Shaila, her av staðnum. Eins og hinar heldur hon tað vera sera gevandi at sleppa at vera partur av at bróta upp úr nýggjum, ikki minst á heimstaðnum og so at kunna geva av sínum royndum á økinum. Hon hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur og seinastu árini hevur hon starvast sum námsfrøðingur í Mýrifípuni í Trongisvági – tí kennir hon longu fleiri av næmingunum í Glugganum.

Shaila er hjálparfólk og stuðul á Glugganum og hon kemur til at bæði til at hava tímar í Glugganum og so í frítíðarskúlanum, ið næmingarnir uppihalda sær í, eftir skúlagongdina. Shaila er júst flutt heim aftur til Trongisvágs, eftir í mong ár at hava búð uttanlands og norðanfjørðs, og er hon, sum vera man, glað fyri at hava fingið henda møguleikan at byrja upp á nakað nýtt, í heimstaðnum.

FYRSTI VERULIGI SKÙLADAGUR Í DAG
Í dag byrjaði so skúlin veruliga. Nú eitur tað forskúli, men starvsfólkini undirstrikaðu at hetta er ikki ein skúli, eins og vit kenna tað frá fólkaskúlanum. Jú, næmingarnir koma at læra um tøl og stavir, men hetta verður ígjøgnum spæl og hugna.

Forskúlin er ætlaður sum bindiliðið til fyrsta flokk í fólkaskúlanum. Tá forskúlanæmingarnir koma í fyrsta flokk komandi ár, er vónin at teir hava lætt við at venja seg við tilveruna sum fólkaskúlanæmingar, tí ein stóran part av tí, ið teir her koma at hoyra um, hava teir longu hoyrt um í forskúlanum. Lærararnir í fólkaskúlanum kunnu tí vónandi hugsavna seg meiri um tað bókliga, heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir.

At forskúlin var ætlaður sum ein bindiliður og ein fyrireiking upp á tað at fara í fyrsta flokk, váttar Anita Vibergsdóttir, forkvinna í Mentanarnevndini, eisini.

Tvøroyrar kommuna ynskir starvsfólkum og næmingum í Glugganum eina góða byrjan og eitt gott og mennandi ár í fyrsta forskúla í Suðuroynni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo