Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út nýtt savn eftir Sissal Kampmann. Hetta er fimta savnið, sum Sissal letur úr hondum, og er heitið Sunnudagsland.
Í 2012 fekk Sissal Kampmann debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri hennara fyrsta savn Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini.
Permumyndina á Sunnudagsland gjørdi Ludvík á Brekku.
Ljóstornini í gamla missiónshúsinum
stóðu á varðhaldi,
meðan tóma skipasmiðjan,
har hvøllu ljóðini frá amboltinum,
ið sungu sum glintandi hógvar á stáli,
og hvæsandi neistarnir frá sveisingartólunum
vóru ljóðmyndin til barndómin og ungdómin,
tigandi eygleiddi deyðsdráttin
hjá grannvónini
við krossins merki á hvørjum fingri
móti ýlandi, heitu ódnini,
sum við spískum tonnum
sveipaði flensandi gjøgnum bygdargøturnar.
Tey sóu hann øll doyggja standandi.
Sissal Kampmann: Sunnudagsland
Permumynd: Ludvík á Brekku
Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út, 94 bls
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo