Kringvarpið: Í heyst verður bygdin Norðdepil 150 ár.
150 áradagurin skal ikki gloymast, og stór tiltøk eru í døgunum fyri 28. august. Millum annað við eini bókaútgávu um bygdina. J. Símun Hansen gav út bókaverkið "Tey byggja land" í 70- og 80-árunum, har allar norðoyggjar eru umrøddar. Hann gav eisini út eina minni bók í 1966 til 100 ára dagin.
Hvannasunds kommuna heitti í februar 2015 á Snorra Brend um at skriva eina bók um bygdina, eina positiva bygdarsøgu við denti á nútíðina. Tað vil siga samrøður við fólk, sum búgva og búleikast her í dag.
Snorri Brend er í morgunsendingini og greiðir frá nýggju bókini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo