Norska TV2 hevur kannað hvat nakrar av væl umtóktu og kendu barnasjørnunum úr søgunum og sjónvarpssendingunum eftir Astrid Lindgren, gera í dag.
Inger Nilsson, sum nú er 57 ár, fekk leiklutin sum Pippi Smokkuleggur í 1969. Hon hevur áður sagt við TV2 at tað ikki er bara-bara at vaksa upp sum barnastjørna.
Tað eru nú næstan 50 ár síðan Inger gjørdist heimskend sum níggju ára gomul. Við sínum reyða hárið, frøknuta andliti og stuttligu og undarligu rørslum.
Men tá Inger var tilreiðar at fáa aðrar leiklutir vildi eingin leikstjórin hava hana.
- Tú ert Pippi Smokkuleggur, tú kanst ikki arbeiða hjá okkum, søgdu tey við hana.
Í dag starvast hon tó sum sjónleikari, og hon fær framvegis eini fimm brøv um dagin sum Pippi Smokkuleggur, og tað er hon glað fyri.
Emil úr Lønnebergi
Tað var sjónleikarin Jan Ohlsson, sum nú er 54 ára gamal, sum í 1972 spældi leiklutin sum Emil úr Lønnebergi. Men seinni hevur hann tikið seg úr almenna rúminum.
Flest øll kenna søgurnar um Emil, sum var ein gavstrikkur og oftan var koyrdur inn í Snikkarabúðina, tá hann hevði gjørt fortreð.
Tá TV2 royndi at fáa eitt prát við Jan Ohlsson vildi hann ikki. Hann sigst nevniliga vera troyttur av at fólk rópa “Emil” eftri honum á gøtuni.
Í dag býr Jan saman við familjuni í Uppsala í Svøríki. Hann arbeiðir við IT.
Les annars meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo