Í bókini eru greinir av ymiskum slag, skrivaðar í tíðarskeiðinum 1974-2015. Einstakar røður eru. Heilsanir. Kvøður. Minningarorð.
Tað mesta snýr seg um bókmentir, føroyskan skaldskap og yrking. Meginparturin er bókaummæli. Hesir høvundar eru umrøddir, nevndir í somu røð, sum teir fyrstu ferð koma fyri: Regin Dahl, Carl J. Jensen, Chr. Matras, Karsten Hoydal, Steinn Steinarr, Sigurð Joensen, Tóroddur Poulsen, Heðin Brú, Steinbjørn B. Jacobsen, Gunnar Hoydal, Malan Poulsen, Kristian Osvald Viderø, Aleks Niclassen, Mats Wahl, Oddfríður Marni Rasmussen, Petur Jensen (Pólsson), Alexandur Kristiansen, William Heinesen, Jens Pauli Heinesen, Gunnar Gunnarsson.
Bókin er 225 blaðsíður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo