Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í níggjunda Miðnámsriti  eru seks greinir. Finn Jensen gjørdi í 2014 eina kanning fyri Føroya Handilsskúla fyri at vita, hvat føroyskir næmingar á triðja ári á gymnasialum miðnámi ætlaðu sær eftir miðnám. Finn hevur eina grein um hesa kanning.

Tórður Johannnesarson hevur skrivað um eina fleirfakliga undirvísingargongd á handilsskúlanum, har næmingarnir skuldu læra um búskap ígjøgnum orðatøk.

Sámal Matras Kristiansen hevur eina grein um undirvísingartilfar í internetøldini. Hon viðger hóttanir og avbjóðingar við Internetinum í einum námsfrøðiligum samanhangi.

Olav Absalonsen hevur skrivað um, hví børn í Eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í Vesturheiminum. Ein orsøk er helst at finna í talorðunum. Men eru aðrar orsøkir eisini?

Úr søguni um búskaparliga hugsan hevur Olav hesa ferð eina grein um Johann Heinrich von Thünen (1783-1850), sum var slóðbrótari innan ástøði um staðseting, um framleiðslu og innkomubýti og at nýta støddfrøði í búskaparfrøði.

Í mars var viðtal við Jonhard Mikkelsen í Góðan morgun Føroyar um nýggju appirnar hjá Sprotanum og um teldutøku orðabøkurnar. Sprotin hevur ómetaliga stóran týdning fyri mál okkara. Vit hava skrivað partar av viðtalinum av. Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson.

Netblaðið liggur her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo