Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

ithøvundarnir Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen luttaka á bókmentadøgunum Løve’s Litterære Dage í Aarhus, fríggjdag 29. apríl til sunnudag 1. mai. Bókadagarnir verða í Løve’s Bog & Vincafé, Nørregade 32, Aarhus C. Hetta er triðja árið á rað, at Løve’s Bog & Vincafé skipar fyri hesum bókmentatiltaki.

Næst eftir William Heinesen munnu Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen vera teir føroysku rithøvundarnir, ið eru best kendir í Danmark. Við ”Tapet mellem århundreder”, sum kemur út um miðjan mai, eru 11 bøkur hjá Jóanesi givnar út á donskum, og Tóroddur kemur honum á baki við 8 týddum yrkingasøvnum, seinast ”Himlen har stjålet mine farver”, sum kom út á forlagnum Politisk revy í 2015.

Umframt teir báðar føroyingarnar verða nógvir navnframir donskir rithøvundar á skránni á bókadøgunum, t.d. Søren Ulrik Thomsen, Peter Laugesen, Niels Frank, Jens Blendstrup og Dy Plambeck, og úr Norra luttekur rithøvundurin Eline Lund Fjæren.

Jóanes er á palli fríggjakvøldið 29. apríl kl. 20.15, og Tóroddur leygarkvøldið 30. apríl kl. 20.00.

Atgond til Løve’s Litterære Dage er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo