Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskaparrit nr. 62 í røðini er prentað við sjey vísindaligum greinum og yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2014-2015. Ritstjórar eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr. Permumyndina hevur Silja Strøm gjørt.

Í nýggja ritinum eru fýra greinir innan hugvísindi. Eivind Weyhe málfrøðingur hevur skrivað tvær greinar.  Onnur greinin er um staðarnavnið Grømmi á Viðareiði. Hin greinin er framhald um orðið heltn í føroyskum staðarnøvnum.

Rolf Guttesen geografur hevur skrivað drúgva grein um fyrru helvt av 1800-talinum, sum kann kallar “Diffusión av tingum og tankum”.

Firouz Gaini antropologur hevur grein um fatanina hjá føroyskum ungdómi um framtíðar heim og flyting.

Tvær greinir eru innan náttúruvísindi. Anna Maria Fosaa plantufrøðingur hevur grein um árinið av seyðabiti og broyttum veðurlagi á plantuvøkstur í fjallaøkjum. Erla Olsen lívfrøðingur hevur grein um arbuskul soppasamfeløg og sopprótagróður í planturótum sum broytist í mun til plantuslag og taðevni í moldini.

Fyri fyrstu ferð í mong ár er eisini ein grein innan heilsuvísindi.  Magni Mohr hevur skrivað grein um ávirkanina av natriumbikarbonat inntøku á mát fyri kropslig fótbóltsavrik við støði í árinunum av kropsligari venjingarstøðu.

Ritstjóraskifti
Hetta er fyrsta ritið hjá nýggju ritstjórnini, sum tók við í 2015, eftir at Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen høvdu ritstjórnað í fleiri ár. Ein grein er um hetta skiftið við heitinum “At stíga í úrmælingafótaspor”.

Fróðskaparrit eisini tøkt talgilt
Seinasta árið hevur Erla Olsen, ritstjóri arbeitt við at talgilda Fróðskaparrit. Ætlanin er, at ritið skal vera opið fyri øll uttan kostnað at lesa ella at geva út í. Fyribils ber til at lesa ritini nr. 60-62 á heimasíðuni http://fsj.um.fo/ojs/index.php/frit

Í næstum verður farið undir at fáa fígging til arbeiðið at leggja eldri rit út eisini. Framyvir verða greinar til Fróðskaparrit almannakunngjørdar á heimasíðuni, so hvørt tær verða góðkendar til útgávu. Ein bók við greinum verður framhaldandi givin út árliga.

Fróðskaparrit er nú eisini skrásett í CrossRef, sum er kravd skipan, fyri at ritið kann verða skrásett hjá Google Scholar og Web of Science. Hesar skrásetingar eru í nógvum førum fortreyt fyri, at granskarar vilja geva sínar greinar út í einum vísindatíðarriti.  Hesar dagføringar skulu gera Fróðskaparrit áhugaverdari sum vísindarit at geva tilfar út í og at lesa. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo