Týska mállæruhjólið hjá Námi er ovast á sølulistanum í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn, har bókaútsøla er í løtuni.
Hjólið er uppfunnið í Námi og er ætlað næmingum, sum læra seg týskt.
- Hetta er ein praktisk loysn, ið lættir um skrivliga arbeiðið, nú tað slepst undan at leita so nógv í mállæruni. Nú er alt við hondina, sigur Nám í tíðindaskrivi.
Her er filmur um at brúka týska mállæruhjólið hjá Námi: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo