Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt eina nýggja bók eftir Elsubeth M. Fossádal, er ein nýggj søga um Pettson og Findus og fyrsta bókin í eini spennandi nýggjari røð um heimsins besta kotutýðara!

Elsubeth M. Fossádal
Julia og bjargingarvesturin

Enn fara børn á seiðaberg, at fiska síl ella at spæla við sjógvin. Fyrr í tíðini var ongin, sum brúkti bjargingarvest á seiðabergi, men í dag er tað tíbetur púra vanligt, at lata  børnð í bjargingarvest, tá tú fert í bát ella á seiðaberg.

Julia gleðir seg at sleppa á seiðaberg saman við beiggjunum, men mamma sigur, at um hon vil við, má hon fara í bjargingavest. Julia skilur, at hon sleppur ikki at fiska í ongum bjargingarvesti. Og hóast hon sigur mammuni, at hon fær ikki andað í vestinum, og tað tí ikki ber til hjá henni at fiska, er mamman avgjørd: hon skal í vest!

Og tað er gott, tí skjótt endar galið!

’Julia og bjargingarvesturin’ er onnur bókin í eini røð av upplýsandi bókum til børn í barnagarðsaldri, sum Elsubeth M. Fossádal, lækni og rithøvundur, er farin undir. Fyrsta bókin í røðini, Drongurin í grønum gummistivlum, kom út í fjør.

Fittu og læruríku søgurnar eru fangandi og leggja upp til týdningarmikið prát um óhepnar støður, sum børn kunnu koma út fyri.

Edward Fuglø myndprýddi. Bókin um Juliu er 20 blaðsíður og innbundin.

Sven Nordqvist
Hvar er Pettson?

Findus hevur teknað eina tekning, sum hann ætlar at geva Petsson. Men hann finnur ikki Petsson nakrastaðni. Hann spyr kýrnar og hønurnar, men fær tey løgnastu svarini. At enda finnur hann Petsson, sum harafturímóti hevur leitað eftir Findusi.

Á øllum høgrasíðunum eru fýra putlipuntar. Tilsamans eru 36 puntar í bókini, ið saman geva eitt stórt putlispæl. Legg putlispælið og síggj eina nýggja mynd, sum ikki er í bókini.

Bókin er 18 blaðsíður við putlispølum, sum hóska seg væl til teir yngstu lesihestarnar.

Niels Jákup Thomsen týddi.

Mats Wänblad
Koyr á, Lovisa!

Vælskrivað, undirhaldandi og spennandi bók um fótbóltsgalnu Lovisu.

Fyri at sleppa undan at spæla cello, sum mamma hennara vil, fer Lovisa at sparka við gentuliðnum í Råninge BK. Hinar á liðnum hava longu vant leingi, so Lovisa kemur beint í eldin við venjing og dystum.

Mamman og pápin skilja onki, men tað er í hvussu er betur enn pápin hjá Isabellu, sum altíð stendur og geylar við vøllin. Hann sýnist at vilja vinna meira enn genturnar sjálvar. Og verri er, at Tussan, besta vinkona Lovisu, heldur ikki skilir nakað av tí heila. So hvørt fótbólturin fyllir meira og meira í lívinum hjá Lovisu, syndrast vinalag teirra spakuliga.

Mats Wänblad er rithøvundur, fótbóltsvenjari og fótbóltspápi. Hann hevur áður skrivað fleiri faktabøkur og myndabøkur.

‘Kóyr á, Lovisa!’ egnar seg væl at lesa fyri børnum 7 ár og eldri og er eisini góð sjálvlestrarbók.

Bókin er 118 blaðsíður og heft. Hjørdis Heindriksdóttir týddi.

Bobbie Peers
Luriduimstjóvurin

Luridiumstjóvurin hevur alt tað, sum skal til fyri at skapa eina spennandi og fangandi søgu. Snildisligar kotur, genialir robottar, loynidómar, dulsmál og eina veruliga hetju!

William Wenton er 12 ára gamal og ein vanligur drongur. Ella? Nei. William Wenton er – sum tú kanska longu hevur gitt – ongin vanligur drongur. Hann er heimsins besti kotutýðari. Men tá ið bókin byrjar, veit hann onki um júst tað.

William hevur altíð undrast á, hví familjan knappliga mátti broyta navn og skundisliga flyta úr Onglandi til Noregs fyri átta árum síðan. Honum leingist eisini eftir abbanum, sum á gátuføran hátt hvarv, júst tá ið tey máttu flyta.

Tað er ikki fyrr enn hann loysir ÓLOYSILIGU, heimsins torførastu kotu, at hann varnast vandan, sum øll hesu árini hevur ligið og lúrt. Um hann skal koman undan við lívinum, má hann finna abban alt fyri eitt og ikki minst brúka síni ótrúligu evni at týða kotur.

‘Luridiumstjóvurin’ letur upp til ein nýggjan og fantastiska spennandi bókaheim, sum fangar og vekir forvitnið og sterkar kenslur. 10.000 norsk børn hava longu skýrt bókina at vera ársins barnabók 2015 (ARK).

Bókin er 215 (alt ov stuttar) síður og eitt upplagt val til lesihestar 9 ár og eldri, sum dáma spennandi søgur, sum fanga longu á fyrstu síðu!

Elsa Birgitta P. Petersen týddi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo