BirkBloggur: "Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?" spyr Edvard Nyholm Debes við nýggju bókini Teir og Tær framman fyri sær.
Mánadagin leggur hann eina nýggja bók afturat tí sjáldsama lítla varðanum, sum kallast fotolist.
Tónleikarin Edvard Nyholm Debess er í størri mun blivin fotografur. Í tvey ár hevur hann eygleitt gerandisdagin hjá samkyndum pørum, og nú verður úrslitið lagt fram í Norðurlandahúsinum mánadagin kl 17:00, har Bogi Davidsen, sum er við í fotobókini, eisini fer at greiða frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo