So var hon her, frágreiðingin “Haruveiðan í Føroyum 2015”. Frágreiðingin er 44 blaðsíður.
Eyðfinn Magnussen, sum hevur skipað frágreiðingina, skrivar soleiðis:
Hetta er fjórða royndin hjá mær at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012.
Í yvirlitinum eru tilsamans 4.012 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2015. Út frá hesum meti eg, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2015, hevur verið umleið 4.500, kanska eitt sindur hægri, men ikki meira enn 5.000 harur.
Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 636 harutúrum í 197 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 36 hagapørtum, av hesum vórðu 1.987 harur, tað er 25 %, skotnar í 13 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum, fingu teir tilsamans 1.350 harur, sum er 34% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2015.
Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2015 vóru teir í hagapartinum “Norðurtriðingi, Norðaripartur” í Sørvági, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”. Teir skutu tilsamans 113 harur, sum teir fingu á 8 túrum. Teimum á baki, vóru teir í “Suðurtriðingur – Ytripartur”, eisini í Sørvági, við 92 harum á 9 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í Sundshaga í Sandavági, við 78 harum á 10 túrum.
Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapørtunum “Byrgið” í Kunoy og “Bíggjarhaga - Líðarseyður” í Kaldbak . Í báðum hesum høgunum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 7 harur. Á triðja plássi vóru teir, sum skutu í “Inni í Haga - Heimaripartur” í Funningi, við 6,8 harum pr. byrsu pr. dag.
Fyri alt landið vórðu skotnar 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er munandi minni enn í 2014, tá veiðan var 3,1 harur pr. byrsu hvønn dagin og eisini minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 1.612 harur, sum er 40% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2015. Í Vágum skutu teir 1.059 harur, í Eysturoynni 644 og á Borðoynni 212 harur.
Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2015. Tilsamans skutu vestmenningar 392 harur á 54 túrum, men hetta er bert ein triðingur av tí, sum teir fingu í 2014, tá vestmenningar skutu 1.120 harur á 74 túrum.
Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru, var mánadagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 348 harur, sum vórðu skotnar í 31 hagapørtum kring landið. Hetta er 9% av samlaðu haruveiðuni í 2015 og 5% av samlaða túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar 239 harur í 48 høgum.
Á teimum 636 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2015, var veiðan millum 0 og 70 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu 6,23 harur skotnar á hvørjum túri, sum er eitt sindur minni enn í 2014, tá miðalveiðan var 8,12 harur pr. túr. Í 2013 var miðalveiðan 8,2 harur pr. túr.
Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2015 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 196 ferðir (31%) var bert ein maður og skeyt.
Mett verður, at í 2015 skutu einir 800 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo