Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Innstillingarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru almannakunngjørdar, og tað er skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri.

Forspæl til ein gleðileik, ið er føroyska uppskotið til virðislønina. Skaldsøgan snýr seg um íslendska skaldið og ævintýraran Benedikt Einarsson, sum tá bókin byrjar, er umborð á ferðaskipinum M/S Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Hann situr í einum sólstóli á afturdekkinum, tá hann verður fyribeindur, og hann er sostatt í ferð við at doyggja, meðan hann sær tilveru sína fyri sær sum í dreymi. Lesarin fær innlit í tankarnar hjá doyggjandi skaldinum og frættir um ógvusligar upplivingar, hann hevur verið fyri í einum lívi, sum er merkt av rembingunum í Europa millum nítjandu og tjúgundu øld.

Á sama hátt sum í siðmenningarskaldsøgum verður dentur lagdur á ættarslag og uppruna, og fyrsti partur av skaldsøguni er ein lýsing av foreldrunum hjá Einari Benediktson og teirra samlívi. Bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild. Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari, og heitið á skaldsøguni stavar eisini frá eini yrking hjá Emily Dickinson.

Skaldsøgan Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik kom út á Sprotanum í 2014. Anna Mattsson hevur í sambandi við tilnevningina týtt bókina til svenskt. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo