Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Týsdagin 17. mai var bókaútgávutiltak í hølunum hjá Dugna á Hjalla við nýggju bókini hjá Jógvani Zachariassen. Hetta er fjórða bókin, hann hevur skrivað.

“Gjøgnum nálareygað” er ein bók um líknilsi Jesusar og hvussu hann nýtti myndamál í boðskapi sínum. Jógvan vísir á, at Jesus nýtti myndamál, sum øll kendu, fortaldi søgur, sum hóskaðu til umstøðurnar, og lærdi sannleikar, sum ein og hvør kundi taka til sín og akta. Jógvan útgreinar hvørt líknilsi og vísir á, at enn í dag eru líknilsi Jesusar kend um allan heim og hann hjálpir lesaranum at skilja djúpu, ríku og lívsumbroytandi sannleikarnar í einfaldu søgunum.

Johnny í Grótinum sigur soleiðis um bókina:
“Líknilsi eru so einføld, at sjálvt eitt lítið barn kann skilja tey, men kortini so djúphugsin og djúpgongd, at ein gudfrøðingur hevur ilt við at greiða frá teimum. Í hesi bók finnur tú 52 kapitlar um líknilsi Jesusar, eitt til hvørja viku í árinum, sum tú kanst lesa fyri teg sjálva/n ella saman við familjuni. Les tær sum tá eitt barn lýður á eina søgu.”

Jógvan vísir eisini á søguligu, mentanarligu, átrúnaðarligu, landafrøðiligu og sosialu bakgrundina fyri at geva ein varhuga av umstøðunum í líknilsinum. Hann nevnir týdningin av onkrum orðum og gevur meiri vitan um okkurt evni, sum hevur beinleiðis við líknilsið at gera, ella hvussu onnur skriftbrot í Bíbliuni styðja og stuðla sama evni.

Eftirskriftirnar lýsa Jesus sum lærara og geva ymiskar talvur yvir lív Jesusar. Aftast í bókini er ein bókalisti yvir bøkur, sum eru góðar at lesa hjá teimum, sum ynskja at granska meira um líknilsini.

Símun Absalon sigur soleiðis í fororðunum:
“Við hesi bók um myndamál Jesusar hevur Jógvan Zachariassen givið føroyska bókaheiminum eina perlu, sum vónandi mong fáa gleði av at lesa…Hetta er ein bók, sum eg vænti, verður lesaranum til uppbygging, áminning og troyst.”

Bókin er 335 síður og er eisini skrýdd við 52 vøkrum myndum – ein mynd fyri hvørt líknilsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo