Størsta myndlistaverk, sum nakrantíð er givið út á føroyskum forlagi, kemur út í dag kl. 16.
Verkið er úrval av øllum tí besta, ið MARIUS OLSEN hevur skapt sum grafikari í 36 ár.
Bókin er 400 síður. Støddin er 30x30 cm. Ein úrvals kaffiborð-bók.
Úrvalið er gjørt í sambandi við stóru framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í dag.
Verkini eru frá tí unga, leitandi listamanninum í 1980 til búna, vísa listamannin í 2016.
Maðurin, sum á sjaldan gávaðan hátt sýnir okkum sum sjálvsøknar einstaklingar, vísir á gloppið og ósamsvarið millum tøkni og náttúru og menniskju, og ógvisligu avleiðingarnar, sum kunnu standst av skeivum politiskum avgerðum.
Á persónliga stignum síggja vit sjálvsmyndir, sum mynda spenningar ímillum andlitið og kropsskuggan og tað, ið skapar døkku síðurnar í sinninum.
Hesi 36 árini eru ein serstakliga áhugaverd ferð hjá manni, ið livir í øllum, livir avbyrgdur frá øllum, sum myndar innanífrá og er eygleiðari uttan fyri alt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo