Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøld 24. januar kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Óli Jacobsen, rithøvundur, fer at greiða frá um havnarmannin Dollan, ið fekk ein heilt serligan leiklut úti í heimi. Óli hevur skrivað bókina "Dollin: Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna".

Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, fór í 1901 til Congo sum trúboðari. Í 1903 varð hann skipari á eini kanningarferð, sum staðfesti eitt satt ræðustýri hjá belgiska konginum Leopold 2.

Heim aftur komin til Bretlands seinni sama ár, fór Dollin undir eina fyrilestrarferð um ræðustýrið í Congo. Her vísti hann eisini sínar egnu fotomyndir, m.a. av fólki við avhøgdum hondum.

Hetta skapti øsing millum fólk og legði grundarlagið fyri eini fólkarørslu í Europa og USA, sum í 1908 noyddi Leopold kong at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn.

Hesin leiklutur hjá Dollanum hevur verið burturtagdur og gloymdur í meira enn 100 ár, og onnur hava fingið æruna av avrikinum hjá honum. Men hesin leiklutur hjá Dollanum verður nú viðurkendur av fremstu søgumonnum á hesum øki úti í heimi.

Hesum fer Óli Jacobsen at greiða nærri frá á Miðvikuni í Hoyvíkar kirkju komandi mikukvøld kl. 19.30. Vístar verða eisini søguligu myndirnar hjá Dollanum.

Eftir framløguna verður drekkamunnur og tá hava fólk eisini høvi at seta Óla spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo