Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sprotin fer hóskvøldið 18. januar á flog aftur við vælumtókta tiltakinum Orð og tónar á Reinsarínum.

Heili tríggjar bøkur á skrá umframt tónleikur, sum Bárður Johannesen stendur fyri.

Jónatan Likka er føroyska heitið á bókini Jonathan Livingstone Seagull eftir Richard Bach. Bókin, sum langtsíðani hevur fingið kultstatus, er um likkuna Jónatan, sum víkur frá egnum flokki. Hann sættast ikki við normarnar í flokkinum - at finna føði, eta og fylgja rútmuni annars. Hann elskar at flúgva og tað er í flognum, hann kennir seg frælsan!
Ria Tórgarð fer m.a. at lesa brot úr bókini.

Við tokka og tykki er yrkingasavn eftir Christian Fróða Djurhuus. Hetta er fimta bólkin eftir høvundin. Yrkingarnar og hugleiðingarnar eru støður, ið hava sítt upphav frá teimum mongu góðu og positivu menniskjum, sum høvundurin hevur havt gleðina av at hitt hesi seinastu tvey árini.
Oddfríður Marni Rasmussen fer at práta við Chrstian Fróða um savnið.

Triðja bókin, ið verður løgd fram er Sólsmakkur eftir Rannvá Holm Mortensen.
Sólsmakkur er ímyndin av leitanini eftir tí góða í lívinum.
Og leitanin eftir tí góða hevur m.a. við sær, at ljós eisini verður varpað bæði á tilverunnar døkku síður og tað stórsligna.
Bókin lýsir eina ferð inn í heimin, kroppin, málningin og náttúruna.
Malan Marnersdóttir fer at tosa við Rannvá um nýggjasta verkið.

- Tað ræður um at byrja árið væl. Tí síggjast vit í Reinsarínum til Orð og tónar hóskvøldið kl. 20, siga tey hjá Sprotanum í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo