Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í fjør kom bókin um metakognitiva terapi hjá Piu Callesen (myndin) út. Bókin hevur heitið: LEV MERE TÆNK MINDRE  - Drop grublerierne og slip fri af nedtrykthed og depression med metakognitiv terapi! Tað var skjótt at bókin gekk sum heitt breyð, og eisini í Føroyum hevur sølan verið góð.

Bókin byggir á metakognitiva terapi, sum veruliga ger um seg kring heimin. Granskarar kunnu nevniliga skjalprógva, at metakognitiva terapiin virkar sera væl og sera skjótt móti eitt nú tunglyndi. 

Tá vit menniskju koma í kreppu, koma nøkur okkara burtur úr henni nokk so skjótt, meðan onnur sita við somu tonkum ár eftir ár. Hvussu komst tú úr tíni seinastu kreppu? Ella ert tú komin úr henni? Bókin Lev mere – tænk mindre bjóðar okkara handfaring av kreppum av.

Tað snýr seg ikki um at gera negativu tankarnar meiri positivar, men læra at handfara tankarnar minni. Á skeiðnum Liv meiri - hugsa minni, sum verður 17. mai 2018, geva Pia Callesen og Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingar, eitt innlit í tankarnar handan metakognitva terapi, sum gevur ró, yvirskot, vælveru og sjálvsvirði. Tú fært vitan um og amboð til, hvussu tú sjálv/ur kanst stýra ótta, tankamelduri, strongd, hugtyngd og órógv. Skeiðið vendir sær til øll, sum arbeiða við menniskjum: sálarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar og so framvegis. Meiri kunning um skeiðið fæst á www.grit.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo