Fríggjadagin, 19. januar, verður fyrsta Bitcoin og Cryptocurrency tiltakið í Føroyum nakrantíð.
Tiltakið, sum fer at minna mest um eina café, byrjar við, at vit hyggja eftir einari TEDTalk røðu um tøknina og grundhugsjónina aftanfyri Bitcoin og aðrar Cryptocurrencies.
Eftir tað verður møguleiki hjá teimum, sum ynskja at læra meira, at práta við serkøn og roynd fólk innanfyri Bitcoin.
Tiltakið verður 19. januar kl. 16:30 í Býarbókasavninum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo