Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hetta er annað árið, at kreativa og skapandi tiltakið Style Jam er á skránni. Style Jam er avbjóðingin har stílistar, designarar, skraddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar, bindifólk o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar, har kravið eisini er at gera pløgg og tilhoyr til settini. Tað eru Sýran Design og Hugskotið, sum saman vilja menna vitan og samstarv innan design, stíling og kreativitet. Høvuðsstuðlar eru Á handlarnir, sum við hesum vilja stuðla burðardyggari klædnavinnu. Eisini veitir Vinnuframi vinnandi bólkinum 20.000 kr at menna hugskotið til veruleika.

- Nógv skapandi fólk eru í Føroyum og eisini nógv fólk, ið duga væl til hendurnar. Style Jam gevur hesum møguleika at hittast, arbeiða saman tvørtur um fakmørk, fáa íblástur og menna vitan og tilvitan um sítt egna og tað, ið onnur hava at bjóða, sigur Katrina í Geil, sum er navnið handan Sýran Design, avmarkaða tíðarskeiðið og ítøkiliga uppgávan er ætla at eggja skapandi hugsunarháttin og arbeiðsgongdina í vónini at menna nýggj og slóðbrótandi úrslit.

Og úrslitini vóru sera góð seinast, har 6 bólkar kappaðust um fyrstaplássið. Tá var tað Barbara í Gongini, sum júst hevur vunnið Mentanarvirðisløn Landsins, sum var ein av dómarunum, og hon sá stórar menningarmøguleikar í fleiri av bólkunum. Hesaferð verður tað designarin Jóhanna av Steinum, ið verður ein av dómarunum. Jóhanna er útlærd frá kenda designskúlanum Central Saint Martin í London og selur síni pløgg um allan heim.

Style Jam fyri øll
Tað eru ongin krøv um útbúgving ella royndir fyri at vera við til kreativa tiltakið Style Jam.

- Opinleiki, forvitni, áhugin at arbeiða tvørfakligt og viljin til at koma á mál, eru einastu eginleikarnir tú skalt taka við til borðið, sigur Katrina í Geil.

Tiltakið er ókeypis, tó má hvør einstaki taka egi tilfar við. Á tann hátt tekur frisørurin saks og hárproduktir við, skraddarin tekur seymimaskinu, tráð og toy og stílisturin tekur klæðir, tilhoyri o.a.t.  sum ger tað møguligt at fáa tað besta burturúr innan sítt øki.

Style Jam vil menna burðardyggu klædnavinnuna
Nógv er at hoyra um, at klædnavinnan ikki bert er ein tann størsta vinnan í heiminum, men eisini ein tann mest dálkandi vinnan. Hetta er orsøkin til, at Style Jam saman við Á-handlunum í ár leggur dent á burðardyggu klædnavinnuna.

- Sum luttakari fært tú eitt spennandi umhvørvi við skapandi fólkum, ið bæði samstarva og kappast um at skapa tað nýggja innan klædnasamansetingar, menna nýggjar vørur og miðla úrslitini til útheimin. Eisini fær tú innlit í og sleppur at arbeiða við burðardyggari klædnaframleiðslu, sum er framtíðin, sigur Katrina í Geil.
Farið verður til verka fríggjakvøldið 16. februar 2018 kl. 17.00 og hildið verður á til sunnudagin 18. februrar kl. 17.00. Ein mótasýning verður á Hvonn leygarkvøldið kl. 21. Úrslitini verða løgd fram fyri dómarunum sunnudagin kl. 17 og finalan verður kl. 18.

Vinnandi bólkurin fær 20.000 krónur frá Vinnuframa umframt ráðgeving frá Hugskotinum til menning av vinnandi hugskotinum. Harumframt fær vinnandi bólkurin møguleika at vísa fram vármótan 2018 í blaðnum HON.

Til ber at melda seg til sum einstaklingur ella bólkur á hugskotid@torshavn.fo. Meldar tú teg til sum einstaklingur, so fært tú ein bólk at virka í, tá tú kemur á staðið.

Vilt vita meira um Style Jam, so hevur tú møguleika at møta upp til kunnandi fundin, sum verður á loftinum í Reinsarínum 5. februar kl.19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo