Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ÍSF: Í døgunum 14.-16. februar 2018 fær ÍSF vitjan av Anti-Doping Danmark.  Í fylginum verða Micheal Ask, stjóri í Antidoping Danmark, Jesper Frigast Larsen, Annemarie Haar Kristensen og Thomas Kamm Ringsted.

Mikudagin 14. februar verður skipað fyri einum námsskeiði fyri ser- og menningarsambondini í ÍSF.  Evni sum skyldur og miðling, umframt strategi í mun til anti-doping eru á breddanum.

Hósdagin verður fundur við Fótbóltssambandið um match-fixing í mun til m.a. altjóða reglur og útbúgvingarverkætlanir. Eisini verður tosað við politisku myndugleikarnir um m.a. dopingeftirlit uttanfyri ÍSF, sum t.d. á fitness-støðum.

Tey fimm dopingeftirlitsfólkini í Føroyum fáa eisini undirvísing og skulu til eina lítla próvtøku.

Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni, sum er í Havn

• Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum.

• Magni Mohr, granskari, fer at hugleiða um doping og heilsu.

• Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, fer at tosa um ólóglig evnið, sum verða flutt inn í landið.

• Annemarie Haar Kristensen fyri Antidoping Danmark fer at tosa um doping og ítrótt.

• Umboð úr Tvørmegi fer at kunna um týdningin at hava eitt reint dopingumhvørvi innnan fitnesumhvørvi.

• Jarvin Feilberg Hansen frá Antidoping í Føroyum fer at tosa um dopingarbeiði í Føroyum.

Fríggjadagin verða innanhýsis fundir og fer ferðalagið til Danmarkar aftur fríggjadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo