Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Allar familjur kunnu fáa trupulleikar – allar familjur hava tíðarskeið í lívinum, sum eru trupul.

Hvussu kann man sum familjuráðgevi ella familjuterapeutur hjálpa og stuðla familjunum, soleiðis at tær ikki vera fasthildnar í viðgerðini ella offurleiklutinum?

Tað er nakað av tí, sum frásigandi og systemiska familjuviðgerðin er upptikin av.

Í apríl mánaða luttekur Jacob Moesgaard í ráðstevnuni: Samstarv, samskifti og sambond, og hevur eina verkstovu um hetta evnið. Jacob greiðir frá frásigandi og systemisku fatanini, og hvussu man arbeiðir við hesum.

Luttakararnir fáa innlit í terapeutiska arbeiðið.

Jacob hevur sína egnu fyritøku og hevur skrivað greinina: Therapy as anthropology og er samhøvundur til Postmodern approaches to the use of genograms. 

ADHD er ein diagnosa, sum nemur nógv. Tað sýnist eins og talið á børnum og ungum, ið fáa hesa diagnosuna økist sum steppueldur ikki bara í Føroyum men í øllum vesturheiminum. Hvør er orsøkin til hetta, verður spurt. Er tað lívfrøðiligt, sálarligt, nakað sum hevur við dálking ella háttin, vit hava innrættað okkum sum samfelag.

Ástøðini eru mong, og man er ósamdur um, hvad ADHD er, og hvør orsøkin til tað er. Men hvussu er og ikki, so er tað nakað sum bæði skúli, familjan og samfelagið má fyrihalda seg til.

Í apríl kemur tann viðurkendi professarin og granskarin Tom Strong til Føroyar at hava tvær verkstovur við støði í ​ADHD sum samskapað í sambondum www.faroeconference.com. Tom bjóðar tí vanligu fatanini av ADHD sum sjúka, líðing og at nakað er galið við tí einstaka barninum, av og kemur við eini nýggjari fatan, sum letur upp fyri einum øðrvísi námsfrøðiligum arbeiði við børnum við ADHD og familjum tierra.

Tom er útbúgvin sálarfrøðingur og professari  við Lærda háskúlan í Calgary, Alberta, Canada.  Tom er Taos Associate og høvundur handan eina rúgvu av vísundaligum greinum og bókum, sum tú kanst lesa meiri um her: https://www.taosinstitute.net/tom-strong-books

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo