Vinafelagið Føroyar-Ísrael: 27. januar 1945 var dagurin, tá ið teir sameindu komu fram at týningarleguna Auchwitz og settu seinastu fangarnar har í frælsi. ST heitti herfyri á øll heimsins lond, at lýsa 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur.
Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur eisini heitt á føroyskar myndugleikar, at 27. januar verður lýstur sum almennur minningardagur um Holocaust í Føroyum.
Í nøkur ár hevur felagið skipað fyri minningarløtu um Holocaust 27. januar.
Í ár verður minningarløta í Løkshøll í Runavík í dag kl. 16.00.
Á skránni eru tvær áhugaverdar framløgur. Tónleikur, felagssangur og sersangur verður eisini og ein góður drekkamuður aftaná.
Í kvøld er eisini eitt Mercy Ships tiltak í Løkshøll, so tilber at fara sær ein túr til Runavíkar og fáa tvey áhugaverd tiltøk við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo