Vinnuhúsið: Mikudagin 31. januar kl 15.00 skipar KT-felagið fyri almennari framløgu av kanning um KT-fólk í Føroyum.
Úrslitið av kanningini vísir, at tað eru fleiri KT-fólk í Føroyum, enn hvat felagið frammanundan hevði væntað.
Men hvussu standa Føroyar seg í mun til grannalondini? Kanningin er gjørd eftir OECD leisti, og vísir úrslitið eisini, hvussu Føroyska KT-vinnan klárar seg í mun til OECD londini.
Øll úrslitini verða løgd fram í Vinnuhúsinum mikudagin 31. januar kl 15.00.
Framløgan er almenn, og eru øll, sum arbeiða við ella hava áhuga í KT, hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo