Synergi: Steen Hildebrandt er í 10 ár kosin besti MBA undirvísari í Danmark. Nú fært tú høvi at koma á skeið við honum 1,5 dag og fáa alla ta nýggjastu vitanina innan leiðslurák og tema, so tú ert 100% uppdaterað/ur sum stjóri ella leiðari.
Skeiðið er viðkomandi fyri øll í leiðandi størvum. Bæðir fyri stjórar og leiðarar í privatu vinnuni og innan tað almenna. Skeiðið er 19. mars kl. 09.00 - 15.30 og 20. mars kl. 09.00 - 12.00. Avmarkað pláss!
Á skeiðinum viðgera vit vanliga leiðsluhugtakið, millum annað starvsfólkaleiðslu, HR og strategiska leiðslu. Harumframt verður serligur dentur lagdur á nýggj leiðslurák og tema, m.a. Disruption, globalisering, burðardygd, resiliens, heimsmálið hjá ST um burðardygga globala menning v.m.
Aftaná skeiðið ert tú før/ur fyri at eyðmerkja, lýsa og fyrihalda teg meiri aktivt og konstruktivt til sjálva leiðsluuppgávuna.
Undirvísari er R, Ph.D., Steen Hildebrandt, sum er professari emeritus í organisatións- og leiðsluteori við Aarhus Universitet, adjungeraður professari í leiðslu við CBS, Copenhagen Business School og adjuneraður professari við Institut fyri filosofi og læring við Aalborg Universitet.
Steen Hildebrandt verður roknaður sum fremsti leiðsluserfrøðingur í Danmark
Tekning HER! ella á www.synergi.fo
P.S. Plássið er avmarkað, vit mæla til skjóta bílegging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo