"Ein dagur á grynnuni" hevur veruliga funnið sítt pláss í árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum.
Í ár verður tiltakið hildið 5. mai, og sum vanligt, eru øll vælkomin oman í Tórsgøtu í Havn at royna mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna. Eitt fantastist høvi at læra okkara eftirkomarar um ta ótrúliga tilfeingi, ið okkara land er kringsett av.
Tiltakið hevur eydnast ómetaliga væl seinastu árini og nú verður tað endurtikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo