Ársins fyrsta Diskosuppa verður mikudagin 17. januar. Tey fara til verka í Perluni kl. 17. Alt fer fram í Tórsgøtu. Har fara tey í felag at skera frukt og grønt, ið verður nýtt til at gera suppu og djús.
Slow Food Føroyar skipar fyri Diskosuppuni. Tórshavnar kommuna stuðlar verkætlanini, tí kommunan vil minka um matoyðsl. Hetta miðið er ein grundarsteinur í Grønu leiðini - umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Komið og hjálpið til og fái ókeypis nátturða! Heitt verður á øll um at hava djúpa borðisku og skeið við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo