Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hevur tú brúk fyri at fáa onnur at meta um virðið í tínum hugskoti?

Íverksetarahúsið hevur sett eitt panel saman av royndum vinnulívsfólkum og íverksetarum, sum við sínum serkunnleika, vitan og royndum kunnu ráðgeva tær viðvíkjandi tínum hugskoti.

MANNAGONGDIN ER HENDAN
Tú fært 45 minuttir saman við panelinum, har tú fyrst í 5 minuttir greiðir frá tínum hugskoti, og hvørjar avbjóðingar eru tí viðvíkjandi. Síðani kemur panelið við afturmelding og spurningum, sum kunnu lýsa ivamál og avbjóðingar út í æsir, samstundis sum tú fært teirra boð upp á hvat er týdningarmikið í samband við títt hugskot.

Tilboðið er ætlað tær, um tú ert í byrjanarstiginum í fyritøkuni, og hevur spurningar, tú hevur brúk fyri at fáa greiði á. Hetta kundi t.d. verið: Hevur tú rætta strategi, er produktið og marknaðarføringin skipað á skilabesta hátt?

HVØR KANN LUTTAKA
Øll sum hava eitt gott hugskot, eina verkætlan ella eina fyritøku sum hevur brúk fyri stimbran, kunnu melda til. Gevið gætur, tiltakið er ætlað teimum, sum ynskja afturmelding frá panelinum, og tískil er ikki møguligt at melda til sum áhoyrari. 

Melda til við at senda ein mail á iverksetan(at)iverksetan.fo við stuttari frágreiðing um hugskotið/fyritøkuna, vøruna/tænastuna, kundar og kappingarneytar. Tiltakið er ókeypis. Seinasta freist at melda til er hósdagin 1. februar. 

Fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum, www.iverksetan.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo